Enn er óvist, nær seðlarnir í Hvalvíksgrindini, koma út.
Tað sigur Karl Johansen, sýslumaður. Men hann væntar kortini at tað verður um fimm, seks tíðina í dag og tað verður á bryggjuni í Hvalvík.
Ein orsøk til at tað dregur út, er, at tá ið hvalirnir vóru sleipaðir yvir á bryggjuna, slitnaði ein endi, og fleiri hvalir fóru til botns. Síðani hevur kavari verið á botni og hevur fest í hvalir, sum eru soknir, men tað er ikki liðugt enn, sigur Karl Johansen.
Les eisini HER, at sýslumaðurin mátti taka heilt óvanlig stig, tá ið hann purraði fólk út á hálvari nátt at drepa grind
Hann sigur kortini, at talan er um eina grind upp á einar 150 hvalir og harumframt løgdu 53 springarar beinini. Sostatt eru einir 200 hvalir at býta, og, sum tað sær út nú, verður býtt í drápspartar, men so fáa eisini tey í Sunda Kommunu og tey á Eiði, eisini heimapartar.