Tá ið Super Bowl er á skránni í kvøld, verður tað við somu siðvenju, sum undanfarnu árini.
Tí Barack Obama, fyrrverandi forseti í USA, byrjaði siðvenjuna, tá ið hann í 2011 tosaði fyrstu ferð við sjóvarpsstøðina, sum sendi Super Bowl. Hesaferð er tað Donald Trump, sum hevur tikið siðvenjuna til sín, sum hevur givið eina samrøðu.
Øll samrøðan verður send áðrenn Super Bowl kappingin fer í gongd, men longu nú eru brot løgd út á netið.
Fox News hevur lagt partar av samrøðuni út. Millum annað eitt brot, har Donald Trump tosar um Vladimir Putin, russiska forsetan.
Spurdur um hann veruliga virðir drápsmannin Putin, svarar Trump soleiðis.
- Nógv menniskju eru drápsmenn. Heldur tú vit eru so ósek, spyr hann.
Longu nú hevur samrøðan vakt ans og ivaleyst vera tey nógv, sum síggja samrøðuna, tá ið hon verður send, tí Super Bowl er tann sendingin, sum hevur hægst hyggjaratøl í USA.
Hetta veit Tv2 í dag.