##med2##
Yvir hundrað danskir boksarar koma til stevnu í stórhøllini á Hálsi komandi vikuskiftið, har hópin av boksidystum verða at síggja.
Tað sum er serliga spennandi fyri boksiáhugað er, at fyrrverandi heims- og evropameistarin, Jimmi Bredahl kemur at halda fyrilestur.
Fyrrapartin prátaði verturin hjá FM1, Óli G. Samuelsen við Martin Meng frá Tórshavn Boksing, ið hevur sera nógv um oyruni nú fyrsta boksistevnan av sínum slagi verður í Føroyum.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Martin Meng.











