Støðugt fleiri fólk fara úr donsku fólkakirkjuni. Berlingske Tidende skrivar, at sambært tølum hjá hagstovuni í Keypmannahavn fóru 17.127 fólk úr fólkakirkjuni níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, og at talið fyri árið helst fer upp um 20.000. Tað er nógv meiri enn í fjør, tá 13.587 fólk meldaðu seg úr fólkakirkjuni.
Fakfólk og politikarar eru á einum máli um, at tað eru tríggjar meginorsøkir til, at fólk fara burtur úr fólkakirkjuni. Búskaparkreppan er ein orsøk, kjakið um at víga samkynd er ein onnur, og tann triða er, at danir kenna seg ikki so bundnar av varandi felagsskapi longur.
Karsten Nissen, sum er biskupur í Viborg biskupsdømi, ivast ikki í, at kjakið um at víga samkynd er ein orsøk til, at fólk taka seg burtur úr fólkakirkjuni. Keypmannahavnarbiskupur, Peter Skov-Jakobsen, er samdur við starvsfelaganum, men uggar seg tó við, at umleið 80 prosent av tí danska fólkinum eru limir í fólkakirkjuni.