Tað er framvegis neyðugt at vísa størsta varsemi í Ferðsluni. Tað sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.
Ódnin er hæstað av, men tað er framvegis rættiliga nógvur vindur nógvastaðni, men nú er tað eisini rættiliga hált og summastaðni er rættiligt jarðrok eisini.
Á Oyggjarvegnum rýkur so illa, at har eru teir givnir at grava. Og Árni Jacobsen sigur, at á Sandavágshálsi standa nógvir bilar fastir í kava og hálku, men fólk frá Landsverki eru á veg á staðið at loysa proppin.
Tað vísir seg oftani, at er tað ein bilur, sum ikki er nóg væl skøddur, ið renur seg fastan, er tað beinanvegin at proppur kemur í, tí so sleppa aðrir bilar ikki framvið, og so standa teir eisini.
Tí heitir Árni Jacobsen á bilførarar um at brúka vit og skil, tá ið farið verður ímillum bygdir í morgun.