Kinesiska bilframleiðslan veksur so skjótt, at nú útflyta kinesarar fleiri bilar, enn teir flyta inn, sigur BBC.
Útflutningurin tíggju teir fyrstu mánaðarnar í ár var tvær ferðir størri enn í sama tíðarskeiði í fjør, samstundis sum innflutningurin minkaði eitt vet. Í tølum merkir tað, at kinesarar útfluttu 135.000 bilar, samstundis sum teir keyptu 128.000 bilar úr øðrum londum. Tað eru yvirhøvur Vietnam, Sýrialand og Algeria, sum keypa nógvar bilar úr Kina, men BBC sigur, at kinesarar eru í ferð við at leita eftir betri marknaðum. Eitt nú ætla teir at royna fleiri lastbilar og vøruvognar á amerikanska marknaðinum.
Tann stóri búskaparvøksturin í Kina hevur sett ferð á bilframleiðsluna, og sambært BBC eru fleiri bilverksmiðjur í gerð ymsastaðni í landinum. Samstundis hava útloendskar verksmiðjur fingið sær deildir í Kina.