Hetta er fyrstu ferð at tað var ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin, síðan fyrstu vikuna eftir at tunnilin lat upp, og nógv fólk nýtti møguleikan at fara ein túr til Klaksvíkar. Koyrast kundi ókeypis frá kl. 6 leygarmorgunin 30. september til kl. 6 sunnumorgunin 1. oktober.
6700 bilar fóru ígjøgnum tunnilin hetta samdøgrið. Hetta er væl meir enn tað vanliga, í miðal koyra 1600 bilar ígjøgnum tunnilin um samdøgrið.
Fólk tosaði um, at har vóru næstan líka nógvir bilar, sum tá tunnilin læt upp. Men so nógvir bilar vóru hóast alt ikki.
Leygardagin 29. apríl, tá tunnilin lat upp, koyrdu 5250 bilar ígjøgnum tunnilin, og dagin eftir var talið 12550.Næstu ferð ókeypis verður at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnlarnar, verður sunnudagin 10. desember tá Vágatunnilin verður 4 ár.