Tað hevur verið sjáldsama hált í morgun og tað helvur elvt til fleiri bilóhapp. Tað var serliga ímillum klokkan átta og níggju í morgun, at hálkan elvdi til trupulleikar.
Fleiri ferðir varð løgreglan boðsend, tí bilar høvdu rent á, rent útav og rent saman í hálkuni, men tíbetur hevur talan bara verið um skrokkskaðar.
Løgreglan sigur, at tað var so hált, tað var einki at gera hjá teimum, sum ikki høvdu píkar undir bilinum, tí kavadekk munaði onki.
Tað var eisini á síðugøtunum, at trupulleikarnir vóru mestir, tí har varð ikki saltað.
Álvarsligasta óhappið hendi beint sunnan fyri Áir, har ein bilur fór útav og næstan heilt oman í mølina.
Bilførarin fekk ilt í bringuna og varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.










