SUPERLIGAN
Í danska fótbóltsheiminum bendir einki á, at endaspurturin í superliguni og serliga lokaluppgerðin millum tey bæði stóru feløgini í høvuðsstaðnum, standa í skugganum av krúnprinsabrúdleypinum. Ella kanska er tað rættari at venda tí tann vegin, at stórdysturin í Parkini hóskvøldið er vorðið ein partur av øllum tí, sum gongur fyri seg í vikuni uppundir, at fótbóltshugaði tilstundandi kongurin fer at geva seg í hjúnarlag við tilstundandi Queen Mary.
Ein rúgva av útlendskum fótbóltskeypmonnum verður í Parkini. Danskir miðlar siga seg vita, at umboð fyri í minsta lagið tjúgu feløg aðra staðni frá fara at hyggja at. Talan er eitt nú um fleiri týsk feløg við umboðum fyri Bayern München á odda,og um umboð fyri fleiri feløg í næstbestu deildini í Onglandi.
Tað eru serliga ungu stjørnuskotini hjá FCK og Brøndby, sum áhugi er fyri. Hjá Brøndby eru tað framrættaðir spælarar sum Jonas Kamper, Thomas Kahlenberg og Martin Retov, og hjá FCK eru tað Hjalte Bo Nørregaard, Michael Silberbauer og ikki minst Jesper Bech.
Umboðsmaður hjá Jesper Bech er fyrrverandi Anderlecht og landsliðsspælarin Benny Nielsen. Hann sigur við danskar miðlar, at hann hevur fingið nógvar uppringingar og fyrispurningar um unga mannin. Svarið er tað sama hvørja ferð. Jesper Bech hevur tað gott í FCK, har hann er sáttmálabundin í tvey ár afturat.
Todi bonkarkjans
Mánadagin høvdu flestu FCK spælararnir frí. Onkrir spælarar, sum hava verið skaddir, vandu, og Todi Jónsson vandi saman við teimum. Hóast Todi hevur verið í besta hópinum hvørja ferð nógvu tær síðstu ferðirnar, so hevur spælitíðin verið avmarkað. Tí er eingin orsøk hjá honum at hvíla so nógv, sum tað er neyðugt hjá teimum, sum síðstu tíðina hava spælt tveir strævnar dystir um vikuna.
Leygardagin vóru allir hinir álopsspælararnir frammanfyri Toda. Álvaro Santos og Zuma mannaðu tvær tær fremstu ódnirnar, og Jesper Bech var á miðvøllinum. Tá ið Zuma varð skaddur, varð Peter Møller settur á vøllin, meðan Todi noyddist at bíða inntil lítla løtu undan leikloki.
Tað er greitt, at Zuma ikki verður við í annaðkvøld. Tí er tað rættuliga upplagt, at Todi verður í hópinum. Men tað er lítið sannlíkt, at hann verður millum teir fyrstu ellivu. FCK venjarin, Hans Backe, segði í gjár við danskar fjølmiðlar, at Jesper Bech hevur fleiri ferðir víst, hvussu góður álopsspælari hann er. Tað vil við øðrum orðum siga, at Álvaro og Jesper Bech fara at manna FCK álopið í annaðkvøld, og at sammett við í Herning fer Michael Silberbauer at verða settur á miðvøllin í høgru, meðan Morten Bisgaard fer at verða fluttur í vinstra borð. Harvið fara Todi Jónsson og Peter Møller at bíða á beinkinum, og so fæst at síggja, um Todi hesa ferð verður settur frammanfyri ella aftanfyri nr. 32, sum Peter Møller verður nevndur í FCK.










