Tað hevur verið fitt av vindi, og tað er farið rættiliga illa við valplakatum kring landið.
Nógvar eru loysnaðar og niðurdotnar og liggja og fúka í vindinum.
Í hesum sambandi hava bjargingarlið verið til arbeiðis í morgun og hava bjarga plakatum, sum hava ligið og fokið í vindinum.
Men løgreglan vísir á, at tað eru tey, sum hava hongt plakatir upp, sum eisini hava ábyrgdina av teimum. So nú heitir løgreglan á politikarar, og á flokkar, sum hava hongt plakatir upp, um at fara eina rundferð fyri at vita, hvussu standurin er, og um tað er neyðugt at festa plakatir betur, ella at taka tær niður, so at tær ikki elva til skaða í vindinum.











