Nógvar umhvørvisbumbur ígjøgnum Oyrasund

Hvønn mánað fara 120 skip við vandamiklari last ígjøgnum Oyrasund, uttan at reiðaríini boða frá, at skipini hava farm, sum kann vera skaðiligur fyri heilsuna ella umhvørvið, hóast altjóða reglur krevja tað. Tað skrivar Politiken í dag.

Lógarbrotini snúgva seg um nógv tons av eitrandi løgi ella tungolju, sum ikki verður skrásett í skrásetingini SafeSeaNet, áðrenn skipini fara úr havn.

-Kravið um at skráseta farmin kom í gildi fyri at bøta um trygdina og fyri at fyribyrgja umhvørvisvanlukkum, sigur Per Bæk Hansen, stjóri í felagnum VTS, sum heldur eygað við skipaferðsluni í Oyrasundi, við Politiken.

Hann leggur afturast, at skuldi eitt óhapp hent, og farmurin ikki er skrásettur, hevði tað fingið stórar avleiðingar fyri Oyrasund.