Tá ið VMA næsta vikuskiftið fer í luftina, vera nógvar stjørnur á skránni.
Leygardagin søgdu fyriskipararnir frá, at tey, eftirsum MTV Video Music Awards í ár fyllir 25 ár, fara at gera serliga nógv burturúr.
Millum stjørnurnar, ið fara at presentera prísir, verða Miley Cyrus, Scarlett Johansson, Lindsay Lohan, Ashley Tisdale, Zac Efron, Kate Perry, T-Pain, The Ting Tings, Lupe Fiasco, DJ AM og Blink.
Rihanna, Pink, Kid Rock, Lil? Wayne og T.I. vera millum tónleikararnar hetta kvøld.
Bretski komikarin Russell Brand verður vertur sunnukvøldið í Los Angeles.