Ensku bløðini eru á tremur við søgum um, hvar Wayne Rooney fer og hvar hann ætlar sær.
Summar heimasíður vilja vera við, at Rooney fer at lata Dvid Moyes vita, at hann ætlar sær at vera verandi í Manchester United, meðan aðrir miðlar vilja vera við, at hann vil sleppa burtur.
Summir miðlar siga, at Arsenal hevur bjóðað 20 milliónor pund fyri enska landsliðsáleyparan, meðan aðrir miðlar vilja vera við, at Wayne Rooney sjálvur heldur vil til Chelsea, fer hann úr Manchester United.
Eisini hevur hann verið settur í samband við útlendsk feløg.
Hann skal hava avgerandi samrøðu við David Moyes í komandi viku, og har siga summir miðlar, at hann fer at siga við venjaran, at hann ætlar sær at verða verandi í felagnum.
Aðrir miðlan vilja vera við, at Rooney vil hava eina umbering fyri úttalilsini hjá Alex Ferguson, har han segði, at Rooney bað um at verða seldur.
Hvussu er og ikki, er helst eingin vandi fyri, at Wayne Rooney verður arbeiðsleysur leingi.