Hvirlan boðar á heimasíðu sínari frá, at tað aftur í ár fer at skipað fyri renning í Kerjum. Renningin verður skipað sum eitt tiltak, ið er fyri øll, tað verið seg familjur við børnum, eldri og yngri, rennarar og gongufólk. Kappingin verður leygardagin 23. novembur kl.13.00. Byrjað verður við upphiting í Kerjum og síðan er møguleiki at velja ímillum 3 rutur: 1,5 km, 5,5 km ella 10,5 km.
Vetrarkappingar
Rennarar hava annars úr at taka seg til í vetur, tí Frælsur Ítróttur Føroya og tey ymisku feløgini skipa nevniliga fyri nógvum tiltøkum og serliga kappingum í vetur. Tað er serliga røðin av vetrarkappingum, ið fylla kalendaran. Vetrarkappingin er býtt upp í átta kappingar frá 9. novembur fram til 22. mars næsta ár, og verða tær runnar í Tórshavn, Toftum, Runavík, Vági, Hvannasundi og Sørvági.