Valentine-dagurin er eisini komin til Føroyar fyri at vera, men enn er mammudagurin nógvar ferðir størri Í dag er valentine-dagur, sum er ein av teimum heilt stóru døgunum í árinum hjá blomsturhandlarum uttanlands.
Og nú hevur hesin siður at geva gentuni ella konuni blomstur tann 14. februar, eisini av álvara fingið fótin fastan í Føroyum.
Uttanfyri blomsturhandlarnar hevur nógv ferðsla verið í allan dag og í Árstíðunum eru tey púra vís í, at hesin siðurin er komin fyri at vera.
Har siga tey, at siðurin at geva blomstur á valentine-degnum tók seg so smátt upp fyri einum fimm, seks árum síðani.
- Tá byrjaðu ungir drongir at keypa rósur tí tað var valentine dagur, sigur Brynhild Gaard Joensen í blómuhandlinum, Árstíðunum.
Rósurnar fingu teir, men tey, sum stóðu aftanfyri diskin, vistu ikki hví drongirnir knappliga skuldu hava rósur sama dag, tí valentine dagin høvdu tey aldrin hoyrt um.
Men síðani eru tey blivin klókari, tí hetta hevur vundið meiri og meiri upp á seg.
Tað eru framvegis mest ungir menn, sum keypa rósur, men teir tilkomnu eru eisini farnir at taka hetta til sín.
Men Brynhild Gaard Joensen sigur, at hóast tey selja nógv á valentine degnum, er mammudagurin seinni í ár nógvar ferðir størri.
Og tá eru blómutyssini eisini nógvar ferðir størri.
Tað, sum nógv mest verður selt av á valentine degnum, eru stakar rósur, sum eru pent pakkaðar inn.
Nú eru Árstíðirnar stongdur fyri í dag, men er tað onkur, sum hevur ligið sjóvarfallið av sær, ber framvegis til at gera tað gott aftur, tí handilin hevur sent rósurnar, ið eftir eru, niðan í Statoil støðina í Gundadali, sum heldur fram, har blomsturhandilin slepti.