Leygardagin var valentine-dagur og tað er ein av heilt stóru døgunum í árinum hjá blomsturhandlarum uttanlands.
Og nú hevur hesin siður at geva gentuni ella konuni blomstur tann 14. februar, eisini av álvara fingið fótin fastan í Føroyum.
Uttanfyri blómuhandlarnar var nógv ferðsla allan dagin og í Árstíðunum eru tey púra vís í, at hesin siðurin er komin fyri at vera.
Har siga tey, at siðurin at geva blomstur á valentine-degnum tók seg so smátt upp fyri einum fimm, seks árum síðani.
- Tá byrjaðu ungir drongir at keypa rósur tí tað var valentine dagur, sigur Brynhild Gaard Joensen í blómuhandlinum, Árstíðunum.
Rósurnar fingu teir, men tey, sum stóðu aftanfyri diskin, vistu ikki hví so nógvir drongir knappliga skuldu hava rósur sama dag, tí valentine dagin høvdu tey aldrin hoyrt um.
Men síðani eru tey blivin klókari, tí hetta hevur vundið meiri og meiri upp á seg.
Tað eru framvegis mest ungir menn, sum keypa rósir, men teir tilkomnu eru eisini farnir at taka hetta til sín.
Men Brynhild Gaard Joensen sigur, at hóast tey selja nógv á valentine degnum, er mammudagurin seinni í ár nógvar ferðir størri.
Og tá eru blómutyssini eisini nógvar ferðir størri.
Tað, sum nógv mest verður selt av á valentine degnum, eru stakar rósur, sum eru pent pakkaðar inn.
MYND
Valentine dagurin er komin fyri at vera og nógvar rósur fóru um diskin leygardagin. Enn eru tað mest ungir menn, sum keypa rósur heim við, men teir eldru eru eisini farnir at taka hendan siðin til sín