Nógvar orsøkir til úrslitini

Lagið í AB-leguni var framúr eftir dystin mánadagin. Góða gongdin hevur higar til givið AB 14 stig, og John Petersen, sum er annar av venjarunum hjá felagnum, staðfestir, at hesi ikki eru komin av tilvild.

- Tað eru fleiri ting, sum hava gjørt tað. Menninir eru sera nærlagdir til bæði venjing og dyst. Vit hava ein heimavøll, har næstan eingin fær nakað við sær aftur. Og so hava vit eisini leikaratilfar til at skapa dystir. So sjálvt um vit eru uppflytarar og spáddir at flyta niður aftur beinanvegin, so meta vit, at vit hava dygdir á liðnum, sum kunnu avgera dystir. Og tað síggja vit eisini í dag, sigur John Petersen.

- Vit hava eisini arbeitt við nógvum tingum, sum vit vilja gera betri. Fyrst og fremst er tað sjálvandi verjuparturin, sum skal rigga nóg væl. Men harafturat hava vit eisini arbeitt við nøkrum tingum frameftir vøllinum, og vit komu til kjansirnar. Enntá somikið nógvar kjansir, at vit í dag burdu havt lukkað dystin longu miðskeiðis í seinna hálvleiki, segði ein væl ngødur AB-venjari.