Nógvar neyðtøkur í Oslo

Higartil í ár hevur løgreglan í Oslo fingið 49 fráboðanir um neyðtøku. Tað er tvær ferðir so nógv um alt árið í fjør

Teir seinastu tilburðirnir vóru um vikuskiftið. Tá tók løgreglan ikki færri enn átta menn, sum vórðu skuldsettir fyri kynsligan ágang, og hon hevur biðið almenningin um hjálp til at finna fleiri.

Sunnunáttina varð ein kvinna fyrst í 20'árunum neyðtikin, og seinni tók løgreglan ein norskan ríkisborgara av srilankiskum uppruna og ein svenskan ríkisborgara av iranskum uppruna. Um somu tíð fekk løgreglan boð um, at ein norðmaður hevði neyðtikið eina 20 ára gamla kvinnu.

Kvøldið fyri hevði løgreglan eisini úr at gera. Á høvuðsjarnbreytarstøðini í Oslo vórðu fimm ungir menn úr Pakistan og Afghanistan tiknir fyri at hava gjørt seg inn á tvær gentur. Tveir aðrir tilburðir av kynsligum ágangi vórðu eisini fráboðaðir, men enn er eingin tikin í tí sambandi.

Men tær ungu kvinnurnar í norska høvuðsstaðnum ætla ikki at seta seg inn at kúra. Tvørturímóti hava fleiri teirra valt at brynja seg út, so tær kunnu verja seg ímóti álopsmonnum. Eitt nú hava handlarnir selt eina rúgvu av máling í sprayblikkum, og onkur handil sigur seg hava havt vitjan av ungum kvinnum, sum spyrja seg fyri um knívar. Men í handlinum mæla tey kvinnunum frá at ganga við knívi í býnum.