Nógvar nálir á Svangaskarði í kvøld

FSF hevur bjóðað øllum teimum, sum hava spælt fleiri enn 25 altjóða skrásettar landsdystir, at koma á Svangaskarð í kvøld at fáa handaða minnisnálir

LANDSLIÐSJUBILEUM

Spælararnir hava longst eftir tí, og nú hevur Fótbóltssambandið gjørt upp við seg sjálvt, hvussu tað skal ganga fyri seg. Spælararnir hava spurt og bíðað eftir, hvussu FSF ætlar at markera tað, tá ið spælarar hava spælt 25 og 50 landsdystir. Í góðmeintari provokatión hevur elsti maður á garði, Jens Martin Knudsen, tær seinastu ferðirnar, tá ið spælarar hava hildið rundan dag á landsliðnum, hildið røðu fyri teimum og síðani handað teimum eina skeið, tá ið teir hava spælt 25 landsdystir og ein gaffil, tá ið teir hava spælt 50 landsdystir. Knívin hava landsliðsspælararnir skemtað við, at ætlanin hevur verið, at teir skulu fáa, sum røkka heilt upp á 75 landsdystir.
Men nú verður ikki neyðugt við hesum skemtinum longur. Í FSF er avgjørt, at allir spælarar, sum umboða Føroyar, fáa bronsunál. Teir, sum røkka 25 landsdystum, fáa silvurnál, og teir, sum røkka hálvt hundrað landsdystum, fáa gullnál. Skapið á nálini er FSF búmerkið við rundingi kring seg.
Á ferðini í Skotlandi fingu teir átjan, sum vóru har niðri, bronsunálina. Í kvøld er ætlanin, at teir og so nógvir aðrir skulu fáa sínar nálir.
? Vit eru sera fegnir um, at hetta nú er komið upp á pláss. Nú fyrsta stigið er tikið, fer hetta í framtíðini at vera ein partur av tí, tá ið landsliðið fer at spæla, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.

Seks gull og fimtan silvur
Nógvir núverandi og fyrrverandi landsliðsspælarar hava fingið innbjóðing um at koma á Svangaskarð í kvøld. Ætlanin er, at nálirnar skulu handast í steðginum í landsdystinum. Í hvussu so er teir, sum hava spælt 25 landsdystir og fleiri enn so, fara at fáa nálirnar handaðar persónliga.
Gullnálina fara umframt Óla Johannesen, Jens Martin Knudsen, Julian S. Johnsson og John Petersen, sum eru á liðnum í kvøld, eisini Allan Mørkøre og Øssur Hansen at fáa. Teir eru ikki longur landsliðsspælarar, men teir eru bodnir til handanina av gullnálini.
Umframt teir omanfyri nevndu eru tað fimtan spælarar, sum hava rokkið 25 landsdystum og harvið fáa silvurnálina. Teir eru Jens Kristian Hansen (44), Todi Jónsson (43), Jan C. Dam (39), Kurt Mørkøre (37), Uni Arge (37), Henning Jarnskor (35), Jan Allan Müller (34), Jákup Mikkelsen (32), Pól Thorsteinsson (30), Jákup á Borg (29), Kári Reynheim (27), Tummas Eli Hansen (27), Magni Jarnskor (27), Jóannes Jakobsen (25) og Jens Erik Rasmussen (25).

Tveir hava fingið fastatøkur
Í alt hava 86 spælarar umboðað Føroyar í altjóða skrásettum landsdysti. Tjúgu teirra hava bara eina ferð verið á vøllinum sum landsliðsspælarar. Allir teir, sum ikki vera á Svangaskarði í kvøld, fara at fáa nálir sendandi næstu dagarnar.
Teir báðir síðstu á altjóða listanum eru Tór?Ingar Akselsen og Christian Lamhauge Holst, sum vóru fyrstu ferð á landsliðnum í Skotlandi leygardagin. Teir vóru ávikavíst nummar 85 og 86.
Sjey spælarar hava í ár verið á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Føroyar hava spælt tveir vinardystir ímóti Kasakstan, og dysturin í kvøld verður fimti EM undankappingardysturin í ár. Eingin spælari er millum teir nítjan, sum eru við í fyrireikingunum til uppgerðina í kvøld, og sum ikki hevur verið á vøllinum áður.
Teir sjey spælararnir, sum fyri fyrstu ferð hava fingið møguleikan í ár, eru ? umframt Tór?Ingar Akselsen og Christian Lamhauge Holst ? Jann Ingi Petersen, Símun Samuelsen, Ingi Højsted, Atli Danielsen og Jónhard Frederiksberg. Um Tór?Ingar og Christian fara at býta seg fastar á liðnum er tað ov tíðliga at vita nakað um enn. Av hinum fimm er tað fyrst og fremst Jann Ingi Petersen, sum rættuliga eru komin í hitan. Atli Danielsen tykist eisini at hava gott tak í landsliðshópinum.