Ógvusligar meldurhvirlur við heglingi til støddar sum appilsinir hava herjað nógvastaðni í USA í nátt og í morgun. Til klokkan níggju okkara btíð hevði veðurstøðin Storm Prediction Center fingið fráboðanir um 121 meldurhvirlur í statunum Kansas, Oklahoma og Nebraska, men tað er kortini ikki óhugsandi, at í summum førum er talan um tær somu meldurhvirlurnar.
Í Oklahoma City doyðu tvey fólk, tá ein meldurhvirla gjørdi um seg har í nátt, og um sekstíðina í morgun var ein sera hørð meldurhvirla í býnum Wichita, sum er størsti býur í Kansas. Myndugleikarnir duga ikki enn at siga við vissu, um hon hevur kravt mannalív.
Í mars doyðu 38 fólk í meldurhvirlum í USA.










