Nógvar mammur hava eitt yndisbarn

Meginparturin av foreldrum vilja nokta at tey hava sterkari kenslur fyri einum barnið fram um eitt annað. Men nýggj kanning vísur, at hetta er eitt vanligt fyribrigdi. ? Eg elski míni børn lika nógv, og kundi ikki funnið uppá at gjørt mun á teimum!?

 

Slíkar útsagnir eru ógvuliga vanligar at hoyra frá foreldrum, og kanska serliga mammum.

 

Nýggj kanning vísur, at tey flestu hava eitt yndis barn ? ein eygnastein, ið tey elska eitt sindur meira enn hini børnini. Tað skrivar blaði Psykologi í teirri seinastu útgávuni.

Granskingin av mammum og vaksnum børnum vísur, at sjálvt um tey flestu foreldrini stremba eftir at geva teirra børnum eins viðferð, er tað ikki óvanligt at foreldur hava sterkari kenslur fyri tí eina barninum fram um hitt, og nógv tora eisini at vísa tað. 80 prosent av spurdu kvinnunum yvir 65 ár viðganga at tær hava eitt yndis barn.

 

Hvat er vanliga yndis barni?:

Spurningurin er so hvørji av børnunum eru tað, sum foreldrini hava sterkari kenslur fyri ? Granskarar hava kannað málið, og greitt er, at tað serstaka barnið í familjuni mangan er tað ynskta í einum systkinaflokki, ella eitt barn sum hevur kropsligar ella kenslubornar trupulleikar. Sálarfrøðingarnar sum standa handan kanningina, hava eisini kannað avleiðingarnar av muninum av viðferðini frá foreldrunum millum børnini, og niðurstøðan er, at so leingi sum børnini skilja munin á viðferðini sum rættvísa, skaðar tað hvørki barn ella familju.

Boðini til foreldrini eru: Greið frá hví tit lata eitt barn verða meira sjálvstøðugt enn hini, og hví tit stuðla einum barnið fram um hini. Børnin skilja tað, tað er í veruleikanum tey vaksnu, ið ikki hava hug at kjakst um evni.