Fiskivinna
Mánadagin vóru fýra skip inni. Partrolararnir Jaspis og Ametyst høvdu 288.000 pund, og Stekur og Bakur høvdu 372.000 pund.
Veiðan hjá skipunum var upsi.
Týsdagin landaði Eysturbúgvin 240.000 pund av gulllaksi. Eysturbúgvin partrolar saman við Vesturbúgvanum, sum landaði í Vestmanna.
Polarhav og Stjørnan, sum eisini fiska gulllaks, landaðu hósdagin. Skipini vóru full undir lúkurnar, og veiðan vá 560.000 pund.
Í dag landar garnaskipið Oknin í Saltangará. Teir hava umleið 20.000 pund av svartkalva.
Leygardagur er í morgin, men heldur ikki tá verður turt gólv á landingarmiðstøðini hjá Beta.
Í morgin landar nevniliga nýggjasta parið hjá Beta, sum er Heykur og Falkur.
Væntandi er, at Heykur og Falkur hava umleið 300.000 pund, nú skipini koma inn at landa.
Í greinini omanfyri sæst, at landingarnøgdirnar hjá Beta eru nógv øktar higartil í ár.
Við endan av apríl vóru tilsamans 3.000 tons fleiri løgd upp í Saltangará í mun til somu mánaðir árið fyri.