Seks partrolarapør eru til fiskiskap, og tey koma øll inn at landa fyrst í vikuni sum kemur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis einki serligur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap, og teir koma væntandi inn at landa mikudagin í næstu viku.
- Eisini djúpvatnstrolararnir hava smáligan fiskiskap í løtuni, verður lagt aftrat.
Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri ráfiskatilfeingið í næstu viku, lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju.
- Eitt garnaskip hevur lagt til jóla, men hini trý skipini, sum eru til fiskiskap, koma væntandi inn at landa hósdagin, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.










