Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi
-----
Skattaprosentið lækkar næsta ár og barnafrádrátturin hækkar. Gott rúm verður kortini til ymsar íløgur at fremja trivnaðin í Tórshavnar kommunu.
Størsta íløgan verður í brúnna um Sandá við vegastubbum og rundkoyringum. Til hesi arbeiði verða 35 mió tøkar árið 2013 út. Í komandi fíggjarætlan verða játtaðar 25 mió kr. Áður eru 10 mió kr játtaðar. Sundsvegurin frá Óluvugøtu oman til Tórsbreyt verður dagførdur fyri at fáa ferðsluna at ganga betur og føra fjarhitaleiðingar oman í Gundadal. Játtaðar 6,0 mió kr í 2013.
Til miðbýarætlanir verða játtaðar 2,0 mió kr. Tilsamans verða tá 6,4 mió krónur tøkar at taka saman um ymsar miðbýarætlanir og veruliga seta spakan í. Til renovatión verða játtaðar 10 mió kr eitt nú til nýggjan ketill á Brennistøðini á Hjalla. Til kirkjugarðar 6,8 mió kr, kloakkir 6,0 mió kr (íalt 12 mió tøkar) og vatnveiting 4,4 mió,
Mentan, skúlar og rørsla
Hesaferð verða játtaðar nýggjum musikkskúla 1,3 mio kr. Tøkar eru 13,1 mió at arbeiða fyri í 2013. Projekteringin fer at taka meginpartin av einum ári, og so verður sett á jørðarbeiðið. Reinsarínum, spælistaðnum til tónleik, verða játtaðar 3,0 mió kr aftrat 2,1 mió, ið eru tøkar frá farnum árum. Tilsamans kann har arbeiðast fyri 5,1 mió árið 2013 út, og tað svarar áleið til tað, sum alt arbeiðið er mett til.
Ætlanini at byggja nýggjan fólkaskúla verða játtaðar 2,0 mió aftrat 3,0 mió, sum eru játtaðar frammanundan. Tilsamans verða 5,0 kr at arbeiða fyri 2013. Hoyvíkar skúla verða játtaðar 2,0 mió til bráðneyðugar umvælingar. Eysturskúlanum verða játtaðar 2,0 mió til dagføringar. Har eru 16,6 mió tøkar til at gera høvuðsumvælingina av skúlanum lidna. Barnagarðinum Birkilund verða játtaðar 3,0 mió kr. Har verða nú 6 mió kr tøkar. Arbeitt verður eisini við loysnum fyri barnagarð í Kollafirði.
Svimjihøll við 50 metra hyli verða hesaferð játtaðar 5,0. Tilsamans verða tá 9,6 mió at arbeiða fyri í 2013. Til golfbreytina á Glyvursnesi standa úti við 5 mió kr. Høllini á Hálsi verða játtaðar 10 mió krónur til umvælingar. Í hesum umfarinum verður takið skift.
Hoyvíkshøllini verða játtaðar 2,5 mió kr til at gera nýbygningin lidnan. Fótbóltsvølli í Hoyvík verða játtaðar 1 mió kr. Til høllina í Kollafirði standa 3,0 mió kr til innrætting av ymsum rúmum í forbygninginum. Tórsvølli verða í 2013 játtaðar 10 mió kr til dagføringar saman við aðrari fígging frá FSF.
Ymsar játtanir: Súkklubreytir 1 mió kr. frílendisgøtur 1 mió kr, frílendi í Hoydølum og náttúruupplivingar 1,5 mió, nýggj sparandi gøtuljós 1 mió, parkering Yviri við Strond 1,5 og endastøðir til bussar í Kaldbak og Kollafirði 2,0 mió kr.
---