Nógvar kvinnur á tingi

Meiri enn helmingurin av limunum í norska sámatinginum eru kvinnur.

Sámakvinnurnar í Norðurnoregi hava ongar trupulleikar við at koma sær fram í politikki. Tvørturímóti hava kvinnurnar ongantíð verið so væl umboðaðar í sámatinginum sum nú.

Tá stórtingsval var í Noregi herfyri, skuldu sámarnir eisini manna tað sámiska tingið, og nú uppteljingin er liðug, vísir tað seg, at 51 prosent av tinglimunum eru kvinnur. Tað vil siga, at kvinnurnar eru ein triðing fleiri í tali enn aftan á valið fyri fýra árum síðani, skrivar blaðið Nordlys.

43 fólk manna sámiska tingið, og av teimum eru nú 22 kvinnur.