Nógvar kvinnur lætta um

Marin Katrina Frýdal var nývald í Tórshavnar býráð. Hon kemur óroynd beint inn í meirlutan og verður forkvinna í Teknisku nevnd komandi fýra árini. Hon væntar, at tað verður lættari hjá kvinnunum nú, tær eru so nógvar

? Eg havi mangan hugsað tankan, at ikki hevur verið lætt hjá kvinnunum í kommunalpolitikki at vera so einsamallar, sum tær vóru, sigur forkvinnan í Teknisku nevnd í Tórshavnar býráð, Marin Katrina Frýdal.
Hon heldur, at tað man mangan hava verið stak torført hjá kvinnunum at sligið ígjøgnum í tí mansdominerandi verðini, sum býráðið hevur verið.
Hon greiðir frá, at hon hevur hugt at myndunum av undanfarnum býráðum, sum hanga uppi inni í býráðshúsinum.
? Har eru næstan bara klædningar og slips. Onkur einkul kvinna onkrastaðni og so seinasta valskeið, tá tær vóru tríggjar, sigur hon.
Tískil ivast hon ikki í, hóast hon ikki hevur nakrar royndir innan kommunalpolitikk, at tað man fara at vera eitt sindur lættari, nú tær eru fleiri og kunnu stuðla hvørjaaðra.
? Kvinnurnar verða eisini ein meira náttúrlig umboðan av kommununi, sigur Marin Katrina.

Passar mær fínt
Marin Katrina er forkvinna í Teknisku nevnd. Tann nevndin var ikki nakað brennandi ynski, sum hon hevði frammanundan, men tá hon so fekk ta nevndina, passaði tað henni fínt, sum hon sjálv tekur til.
? Tekniska nevnd umsitur mong øki í kommununi, sum eg havi stóran áhuga fyri, so eg gleði meg at sleppa til arbeiðis, og eg síggi tað sum eina stóra avbjóðing, sigur Marin Katrina Frýdal.