Í morgin verða nógvar gular súkklur at síggja á vegnum. Team Rynkeby Føroyar fer at súkkla ein felagstúr, sum verður úr Havn til Eiðis, víðari til Tjørnuvíkar og so aftur til høvðusstaðin. Í alt verða fleiri enn hálvt hundrað súkklur á vegnum.
Les eisini: (Bloggur) Eyð Matras súkklar fyrstu testina
Túrurin byrjar í Havn klokkan 9. Síðani verður súkklað til Eiðis, víðari til Tjørnuvíkar áðrenn leiðin gongur aftur til høvðusstaðin. Væntandi kemur túrurin at taka meginpartin av degnum.
Team Rynkeby Føroyar hevur nú verið til í fimm ár, og hetta er sætta liðið, ið fyrireikar seg til at súkkla til París. Farið verður avstað 27. juni, tá súkklað verður úr Klaksvík til Havnar. Síðani verður farið til Danmarkar við Norrønu. Higani verður súkklað allan vegin til franska høvðusstaðin, París.
Les eisini: (Bloggur) Mín fyrsti túrur í klikkskóm
Team Rynkeby Føroyar savnaði í fjør 1,3 milliónir krónur inn.Tá Team Rynkeby á sinni byrjaði varð stuðulin einans latin børnum við krabbameini og familjum teirra. Hetta er nú broytt soleiðis, at Team Rynkeby letur stuðul til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum.