In.fo hevur sett kenda miðlamanninum, Tórði Mikkelsen, nakrar spurningar um nýggjárið, um árið sum fer - og um árið, sum nú er beint hinumegin hornið. Øll kenna toftamannin, og mong munnu hava sæð hann lyft onkran.
Keypir tú fýrverk?
- Eg havi altíð keypt pakkar av fýrverki og nakrar stórar rakettir at senda upp á midnátt. Men, sum børnini vuksu til, bleiv tað minni og minni. Nú er tað bara onkur stór á midnátt.
Hvar heldur tú nýggjár í ár, og hvat verður gjørt burturúr?
- Tá eg vaks upp á Toftum, varð nógv gjørt burturúr. Hvørt ár dróg ein hópur av ungdómum ein gamlan bát gjøgnum bygdina og oman á bryggjuna niðan fyri hjá okkum. Har varð eldur settur á bátin, og tað var eitt stórt bál. Hetta var altíð sera spennandi.
Tórður Mikkelsen sigur, at nýggjárið í ár verður helst hildið Inni á Gøtu í Hoyvík. Her verður nógv gjørt burturúr við kyndlagongu, stórum báli og nýggjársrøðu.
- Annars gleðist eg um, at "Syngið við" er komið aftur á nýggjársskránna í SvF, eftir at tað hevur verið burtur í eini 10 ár.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?
- Eg havi aftur í ár havt nógvar góðar løtur kring alt landið. Torført er at taka nakra burturúr. Men, tað var minniligt at vitja 100 ára gamla, Hans Jacob Jacobsen í Skálafirði, saman við tí 101 ára gamla elduvíkinginum, Alfredi Haraldsen.
Tórður Mikkelsen sigur, at hin 100 ára gamli verturin helt fyri, at tað var hugaligt at fáa ein, ið var eldri enn hann sjálvur, á vitjan.
- Eisini var tað spennandi at vitja Wales saman við familjuni. Vit føroyingar vita nærum einki um hetta landið, hóast tað er ein av okkara nærmastu grannum.
Og hvat var tað keðiligasta í 2018?
- Haldi, at keðiligi tónin millum stórveldini í heiminum skapar stóran ampa, og mong stúra. Og tað kann ikki umgangast, at nógvi turbulensurin í KvF hetta árið eisini hevur órógvað.
Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?
- At halda betur avtalurnar við konuna og familjuna og at vera meira saman við teimum. Umframt øll eg vitji í sambandi við arbeiðið, dámar mær væl at støkka inn á gólvið hjá fólki. Vónandi verða betri stundir til tað í árinum sum kemur, sigur Tórður Mikkelsen.










