Nógvar fyrstu viðgerðir

Fimm fyrstu viðgerðir vóru á skránni fyri tingfundin í gjár

Ein onnur viðgerð, fimm fyrstu viðgerðir, eitt svar uppá fyrispurning og at enda framløga vóru á skránni fyri tingfund nummar 42 hesa tingsetuna, sum varð settur í gjár klokkan hálvgum tvey seinnapartin.

Onnur viðgerðin var av tingmáli nummar 26/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings. Hetta er uppskot, sum Finnbogi Arge, landsstýrismaður, 3. desember legði fyri tingið vegna landsstýrið.

Næst á skránni var fyrsta viðgerðin av tingmáli nummar 36/1999, ið er uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini fyri Føroyar um rættargang. Hetta er uppskot, sum Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna, legði fyri tingið 20. januar í ár.

Onnur fyrsta viðgerðin var av tingmáli nummar 44/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti. Hetta er uppskot, ið Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin legði fyri tingið 20. januar í ár.

Triðja fyrsta viðgerðin á skránni var av tingmáli nummar 41/1999, ið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar við meira. Hetta er uppskot, ið Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið legði fyri løgtingið 21. januar í ár.

Fjóðra fyrsta viðgerðin var av tingmáli nummar 42/1999, ið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Hetta er uppskot, ið Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, legði fram vegna landsstýrið 21. januar í ár.

Fimta og seinasta fyrsta viðgerðin á skránni fyri løgtingsfundin í gjár var av tingmáli nummar 43/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av motrakførum við meira. Uppskotið legði Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, fram vegna landsstýrið 21. januar í ár.

Áðrenn tingfundurin endaði við framløgu, skuldi Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsmálum, svara fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging móti tubbaksnýtslu. Fyrispurningurin var nummar 100-12/1999.