Nógvar framsýningar á sjómannadegnum

Millum mongu framsýningarnar á sjómannadegnum, verður aftur í ár høvi at vitja umborð á havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni, har eitt nú áhugaverd filmsbrot verða víst

Sjómannadagur

Havrannsóknarskipið Magnus Heinason fer aftur í ár at liggja við bryggju í Klaksvík á sjómannadegnum. Umborð á skipinum fara fólk at greiða frá virkseminum hjá Havstovuni og ymiskum rannsóknum. Høvi verður soleiðis at vitja umborð á Magnusi Heinasyni millum klokkan 12 og 18 leygardagin, sjálvan Føroya Sjómannadag.
Kunnað verður um, hvussu úrslit verða fingin til vega, eins og greitt verður frá teimum nýggjastu fyribilsúrslitunum av yvirlitstrolingunum, sum nú verða gjørdar.
Umborð á Magnusi Heinasyni fer Havstovan at vísa forvitnislig filmsbrot, ymisk fiskasløg, víst verður á magakanningar sum lýsa, hvat fiskur etur, ymisk útgerð verður víst fram, eins og kunnað verður um nýggja havrannsóknarskipið, sum ætlanin er at byggja.

Aðrar framsýningar
Men tað verða eisini aðrar framsýningar í Klaksvík í sambandi við sjómannadagin.
Eitt nú verður framsýning av gomlum bensinmotorum og gomlum viðfestimotorum – heilt frá 1932 og fram til fimmtiárini.
Jarn verður smíðað í gomlu essuni í Samsonar-Smiðjuni, og framsýning verður við fotomyndum sum lýsa grindarakstur og grindadráp.
Leygardagin fer Grindamannafelagið at visa, hvussu hvalur verður skorin upp, og frásøgumaður fer at greiða frá, bæði á føroyskum og enskum.
Tveir grindahvalir frá grindini í Klaksvík verða soleiðis skornir upp á bryggjuni.
Leygardagin verður eisini framsýning við føroyskt sniðgivnum bundnum pløggum, og her er tað Norðoya Kunningarstova sum skipar fyri.

Stórar felagsmyndir
Aðrastaðni í hesum blaði verður kunnað um línuskipini Jákup B og Klakk, sum sjómannadagurin fer at heiða, nú fimmti ár eru liðin, síðan tey komu til bygdar.
Seinnapartin leygardagin verða felagsmyndir tiknar á bryggjuni av øllum teimum, sum hava siglt við hesum báðum skipum seinastu fimmti árini.