Umframt virðislønarhandanir vóru eisini nógvar ymiskar framførslur. Analog Norð byrjaði kvøldið við teirra elektro rokk/popp tónum. Síðani trein Marius á pallin. Eisini vóru framførslur frá Brandi Enni og Jógvan Hansen, og Páll Finnur Páll endaðu kvøldið við einum braki, tá ið teir framførdu í góðar tveir tímar.
Jákup Veyhe var eisini á pallinum, við sínum kenda ?Meðan vit liggja við Kaj? skemti, og onkrari sketsju, sum var gjørdi til høvið.