Samanlegging
Tað hava verið ymsir snávingasteinar á vegnum fram ímóti kommunusamanlegging í Suðuroy og tað tykist sum um at tað er skjótt, at okkurt kann koma í vegin, so at onki hendir.
Sum tað sæst í hinari greinini varð málið tikið upp í heyst og tá vóru tað fleiri kommunupolitikarar, sum hildu, at tað var skeivt av fráfarandi kommunustýrum at seta gongd á málið, eftir sum kommunuval skuldi vera og nýggj kommunustýri skuldu taka við á nýggjárinum. Tískil var ráðandi hugsjónin tann, at samanlegging varð ein uppgáva, sum tað var hóskandi at tey nývaldu kommunustýrini tóku sær av.
Men hóast tey tey nývaldu kommunustýrini nú hava sitið í eitt hálvt ár, er enn lítið hent í málinum. Summar kommunu hava ikki svarað um tær vilja vera við arbeiðsbólkinum og nú vil Vágs Býráð bíða eftir einum útspæli úr landsstýrinum.
Dennis Holm á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, dugir ikki at siga um hetta skal tulkast sum um at tað innast inni er mótvilji ímóti at leggja saman, ella um kommunustýrini hava so mikið at hugsa um í hesum krepputíðum, at tey ikki hætta sær undir eina samanlegging eisini og at betala tað, sum tað fyrireikandi arbeiðið hevði kostað.
Hinvegin tulkar hann eisini støðuna soleiðis, at tá ið kommunur ikki hava svarað, er tað í veruleikanum eisini eitt svar. Men niðurstøðan hjá honum er, at í løtuni er tað ikki áhugi fyri at arbeiða víðari við málinum og tí ger Granskingardepilin ikki meiri við tað.
Forðar vakstrarætlan
Hinvegin er eisini vandi fyri, at tað, at Suðuroyggin ikki leggur saman í eina kommunu, er ein forðing fyri at gera nógv umrøddu vakstraravtalu fyri oynna, sum hevði til endamáls at menna hana vinnuliga.
Tosað hevur verið um eina vakstraravtalu í fleiri ár, men fleiri politikarar hava sett sum treyt, at oyggin verður løgd í eina kommunu fyrst.
Dennis Holm dugir ikki at siga, hvussu stórur bági tann væntandi samanleggingin er fyri eina vakstraravtalu.
Men hann sigur í øllum førum, at tað er at blanda tvey viðurskifti saman, sum onki hava við hvørt annað at gera.
- Er vilji til at fara undir eina vakstraravtalu, er kommunubygnaðurin ongin forðing, tí tey bæði hava onki við hvørt annað at gera, sjálvt um tað sjálvandi lættari at tosa við ein part, heldur enn sjey, sigur samfelagsfrøðingurin.









