Øskuskýggið úr Íslandi er í morgun komið inn yvir Skotland og ein part av Vesturnoregi og Norðsjónum. Tað órógvar flogferðsluna. Úr Noregi verður sagt, at har er flogvøllurin í Stavanger stongdur, men at fyribils órógvar øskan ikki flúgvingina til og úr Oslo.
Í Danmark sigur Naviair, at øskuskýggið er norðarlaga í Norðsjónum og ávirkar tí bara ein lítlan part av tí danska loftrúminum.
Í Skotlandi og norðara parti av Onglandi eru nógvar flogrutur avlýstar í dag. Fyribils er talan um flogfør til og úr Aberdeen, Glasgoz, Edinburgh og Newcastle.