Nógvar fimleikaframsýningar í næstum

Fimleikur: Tey flestu fimleikafeløgini í landinum fara í næstum at hava árligu framsýningarnar

Tá ið várið er komið, kemur eisini tann tíðin, at fimleikararnir kring landið fara at vísa fyri almenninginum, hvat ið tey hava fingið burtur úr tí farna vetrinum. Soleiðis er eisini í ár, og næstu dagarnar verða fleiri fimleikaframsýningar kring landið.


Tvær í Eysturoynni sunnudagin

Seinnapartin sunnudagin verða tvær fimleikaframsýningar í Eysturoynni.

Tann fyrra verður í høllini á Kambsdali klokkan 15., tá ið fimleikafelagið í Fuglafirði, tað eitur Flog, fer at hava sína framsýning. Flog fyllir í ár 10 ár, so møguliga fara tey at gera okkurt serligt burturúr. Einir 200 fimleikarar verða við í framsýningini hjá Flog. Í sambandi við at felagið er 10 ár í ár, fer Flog eisini at hava eina framsýning í høllini í Runavík mánakvøldið, har bert tey eldru liðini hjá felagnum verða við.

Kendasta fimleikafelagið í Eysturoynni er uttan iva Støkk úr Runavík. Støkk hevur sína árligu framsýning sunnudagin klokkan 16. í høllini í Runavík.

Eitt annað fimleikafelag er í Eysturoynni, og tað er Fok, sum er heimahoyrandi í Gøtu/Leirvík. Fok hevði sína framsýning undanfarna vikuskifti.


Eisini framsýningar í Havn

Tað eru ikki bert eysturoyingar, sum næstu dagarnar hava møguleika fyri at fara til fimleikaframsýning. Bæði Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Ljósið fara at hava sínar framsýningar nú komandi dagarnar.

Leygardain klokkan 16. fara yngru liðini hjá Havnar Fimleikafelag at sýna fram. Liðini eru heili 18 í tali, og aldurin á fimleikarunum er heilt úr tveimum árum og upp í tólv ár. Við á hesi framsýning verða eisini tvey grand-prix lið, sum vunnu ávíkavist gull og silvur í Grand Prix kappingini herfyri.

Mánakvøldið er tað so Ljósið, sum fer at sýna fram. Sýningin hjá teimum verður klokkan 19.00 mánakvøldið.

Seinasta sýningin í Havn á hesum sinni verður týskvøldið, tá ið eldru liðini hjá Havnar Fimleikafelag fara at vísa síni kynstur. Hendan sýningin umfatar bæði rútmiskan og amboðsfimleik. Sýningin byrjar klokkan 19.00 týskvøldið.

Allar sýningarnar í Havn verða í ítróttarhøllini á Hálsi.