Amerikanski veðurfrøðingurin Max Mansfield væntar, at nógvir tropiskir stormar fara at herja Karibiska Havið í ár, men tað kortini ikki verður so ringt sum í fjør, heldur hann. Í fjør vóru ikki færri enn 27 tropiskir stormar. Sjey teirra mentu seg til tropiskar ódnir, og av teimum raktu fýra amerikanska meginlandið, har tær gjørdu ovurstóran skaða.
Max Mansfield sigur, at síðani 1995 eru ódnirnar í karibiska økinum vórðnar fleiri í tali, og hann og aðrir granskarar eru á einum máli um, at tað er tann heiti sjógvurin, sum er orsøkin. Teir halda, at eitt tíðarskeið við nógvum ódnum kann vara ímillum fimm og 15 ár, og tí kann roknast við nógvum ódnum nøkur ár afturat.
Amerikanskir granskarar kanna í løtuni ódnina Wilma, sum gjørdi um seg í fjør. Tað serliga við henni var, at hon menti seg frá einum vanligum tropiskum stormi til eina harða ódn eftir bara 24 tímum.
Árstíðin við tropiskum stormum og ódnum byrjar tann 1. juni, og longu nú er avgjørt, at tann fyrsti stormurin skal eita Alberto.