Nógvar danskar fyritøkur svikaðu í Irak

Nógvar danskar fyritøkur skulu greiða ST frá, hvussu tær bóru seg at við at fáa sáttmálar við stýrið hjá Saddam Hussein. Ein fyritøka hevur viðgingið, at hon rindaði irakum pengar fyri at fáa sáttmálar í Irak

 Hetta er sera álvarssamt, og tað harmar okkum, at tveir av okkara starvsmonnum hava medvirkað til mutur, segði stjórin á stóru donsku fyritøkuni Grundfos, Jens Jørgen Madsen, eftir at Berlingske Tidende hevði avdúkað, at Grundfos hevði latið irakskum embætismonnum pengar aftur fyri at fáa sáttmálar við Irak.
Sambært blaðnum rindaði Grundfos irakskum embætismonnum pengar aftur fyri sáttmálar í 2001 og 2002. Ætlanin var at gera tað sama í 2003, men álopið á Irak gjørdi, at ætlanin bleiv slept. Teir báðir starvsmenninir hjá Grund-fos hava fingið sekkin, men sambært ST er Grundfos ikki tann einasta danska fyritøkan, sum hevur svikað seg til sáttmálar við Irak.
Upplýsingarnar eru komnar fram í sambandi við, at ein serlig kanningarnevnd hjá ST hevur granskað, hvat Irak brúkti sínar oljupengar til, tá ST loyvdi stýrinum hjá Saddam Hussein at selja olju, so landið kundi keypa mat og heilivág til fólkið. Hetta var í árunum frá 1996 til 2003.
Sambært Berlingske Tidende vísir frágreiðingin hjá nevndini, at minst 73 danskar fyritøkur samstarvaðu við Irak í hesum tíðarskeiðinum, og at pengarnir, sum tær fingu burturúr, komu frá olju fyri mat-skipanini. Danska vinnu- og byggistýrið hevur upplýst fyri blaðnum, at hesi árini seldu danskar fyritøkur irakum vørur og tænastur fyri 3,2 milliardir krónur.
ST-kanningarnevndin hevur nú biðað tær donsku fyritøkurnar greiða frá sambandinum, sum tær høvdu við Irak í hesum árunum. Tær skulu eisini upplýsa, hvørjar fyritøkur tær kappaðust við fyri at sleppa inn á irakska marknaðin, og hvørjum fyritøkum tær samstarvaðu við.
Sambært Berlingske Tidende hava einar tíggju danskar fyritøkur spurt seg fyri, hva tær skulu svara ST. Svarið frá Ídnaðarfelagnum er, at tær skulu siga sannleikan.
Amerikanska fregnartænastan CIA hevur fyrr roknað út, at útlendskar fyritøkur rindaðu irakskum embætismonnum minst 1,7 milliard dollarar í mutri. Fyrrverandi danski ST-embætismaðurin Henrik Olesen, segði við Berlingske Tidende í gjár, at trygdarráðið hjá ST gjørdi eitt stórt mistak, tá tað lat irakar umsita sáttmálarnar við tær útlendsku fyritøkurnar, tí tað gjørdi tað møguligt hjá fyritøkunum at rinda irakum mutur, uttan at ST kundi halda eyga við tí.