Nógvar broytingar í miðverjunum

AB hevur nýggjan miðverja, meðan B36, HB og KÍ eru uttan týdningarmiklar miðverjar, tá ið landskappingin sunnudagin eftir stuttan summarsteðg – og í skerdum líki – verður aftur á skránni

Jóannes Hansen
-------
Síðani 28. juni hevur verið friður av landskappingini í fótbólti. Nú fer bólturin á rull aftur í heimligu kappingini. Seinastu vikurnar hava bestu liðini frá í fjør verið upptikin av europeisku avbjóðingunum.
EB/Streymur og Víkingur eru framvegis partur av altjóða kappingunum. Tey skulu í næstu viku spæla á heimavølli – EB/Streymur týskvøldið á Tórsvølli og Víkingur hóskvøldið á Svangaskarði. Fyri at geva møguleikar hjá felagsliðunum at fyrireika seg so væl, sum tað á nakran hátt ber til, hevur Fótbóltssambandið gjørt av, at landskappingardystirnir, sum hesi bæði liðini skuldu verið partur av, verða fluttir. Orsaka av hálvfinalu og finalu í steypakappingini og landsdystum er skráin so mikið trong, at dystirnir eru fluttir til mikudagin 18. september. Talan er um EB/Streym-NSÍ og 07Vestur Víking.

Resta verjuspælarar
Í Gundadali verður gamli klassikarin millum HB og KÍ á skránni. Tá ið HB flaggdagin síðstu løtuna vendi hóttandi tapi í Klaksvík í síðstu løtu til 4-3 sigur, kendist tað sum um, at luftin fór úr klaksvíkingum. Síðani tá hevur KÍ bara vunnið eina ferð – á heimavølli ímóti 07Vestur.
Tá ið Eyðun Klakstein og hansara menn seinnapartin sunnudagin fara í Gundadal verður tað fyrst og fremst fyri at halda tætt í verjuni. Fyritreytirnar eru ikki tær bestu. Eitt er, at klaksvíkingarnir, sum vóru í Gundadali hóskvøldið, sóu, at HB er sera væl fyri, hóast tað endaði við 1-0 tapi ímóti íslendska ÍBV. Eitt annað er, at KÍ er illa fyri, tá ið tað ræður um miðverjar.
Tað er greitt, at talan verður ikki um sáttmála við Andreas Damgaard Jensen, danska spælaran, sum hevur vant í Klaksvík og var við í venjingardystinum ímóti Skála síðsta leygardag (6-2). Jógvan Isaksen er framvegis plágaður av vøddaskaðanum, sum hann fekk undan summarsteðginum, og John Hammer er ikki tøkur. Einastu KÍ miðverjarnir eru Sørmund Kalsø og Oddmar Marsten.
Hjá KÍ er málverjin Meinhard Joensen við aftur eftir leikbann.
HB spældi framúr væl fyrsta hálva tíman ímóti ÍBV. Í síðstu løtu misti HB europeiska plássið. Tað var stórt vónbrot, men hetta fer ikki at darva HB í landskappingini:
-Vit hava hildið frí í nakrar dagar eftir sera stóra vónbrotið hóskvøldið. Nú hava vit fokus fult og heilt á landskappingini, har vit fara at arbeiða hart fyri at varðveita fremsta plássið og harvið fyri at vinna FM heitið, sigur HB venjarin Oddbjørn Joensen.
Hjá HB er Andrew av Fløtum tøkur aftur. Miðverjin Gunnar Haraldsen er leikbannaður.
HB-KÍ: Anders Gjermshus sunnudagin kl. 15.00

Stór kapping í Fuglafirði
Albert Ellefsen og ÍF hava ikki mist móti um, at tað skal eydnast at røkka toppinum og at vinna FM heitið. Tað eru sjey stig fram til HB, men tað er áður sæð, at oddaliðið er farið í aldudal.
Sunnudagin fær ÍF vitjan av TB, og tað er stór kapping um plássini á ÍF liðnum, eftir at Dánjal á Lakjuni er komin úr Íslandi og Fritleif í Lambanum er komin úr Danmark. Ari Ó. Ellingsgaad er við aftur eftir leikbann, og Poul N. Mikkelsen verður miðverji í staðin fyri Bartal Eliasen, sum er á Bermuda.
Jákup Johansen, sum fyri tað mesta hevur verið á beinkinum, er farin aftur til barndómsfelagið á Skála.
Hjá TB er setningurin at varðveita plássið í deildini. Fýra tær seinstu ferðirnar hevur tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku. Tá ið ÍF flaggdagin var í Trongisvági, var TB framanfyri 2-0, inntil tað restaðu sjey minuttir. Úrslitið varð 2-2. Hetta er ein av fleiri javnleikum, sum teir í TB iðra seg um, tí teir kenna seg at hava mist á stokkinum.
Fleiri av TB spælarunum hava verið burturstaddir í summarfrí, men teir eru tøkir aftur. Í summar hevur TB havt framrættaða Seamus Bartholdy, sum hevur spælt við Brabrand IF í donsku 2. deild vestur, til royndarvenjingar, men tummulin vendi niður hjá Hans Fróða Hansen og tískil er spælarin farin til hús aftur.
ÍF-TB: Petur Reinert sunnudagin kl. 15.00

Gott lag á Argjum
Eftir einki stig at hava fingið í seks teimum fyrstu umførunum, hevur AB rættuliga fóta sær. Burturúr fýra teimum síðstu umførunum undan summarsteðginum var úrtøkan tíggju stig, og nú er ikki so langt frá AB og upp um niðurflytingarstrikuna.
Sunnudagin verður grannauppgerð uttanfyri ánna ímóti B36, sum AB flaggdagin vann fyrsta stigið ímóti við 1-1 javnleiki í Gundadali. Hesa ferð verður Dmitrije Jankovic fyri fyrstu ferð í AB miðverjuni. Hann hevur áður m. a. spælt við B36. Leivur Holm Joensen er tøkur aftur eftir leikbann, og Kári Nielsen er evni til miðvallarpláss. Síðsta hálva tíman í 3-1 heimasigrinum ímóti NSÍ var hann fyrstu ferð á AB liðnum.
Í B36 skal plássið tippast í miðverjuni eftir Martin Pedersen, sum er farin aftur til Danmarkar. Hørður Askham hevur loyst uppgávuna væl, og ein annar av ungu B36 monnunum, Robert Heðin Brockie, hevur eisini staðið seg væl, tá ið hann hevur fingið møguleikan. Tí er sannlíkt, at tað verða teir báðir, sum skulu hava Keita og hinar framrættaðu AB spælararnar í stuttum tjóðri.
Í fyrrakvøldið skrivaði Evrard Blé, sum higartil í ár hevur verið í 07Vestur, undir sáttmála við B36, og hann verður fyrstu ferð í hópinum sunnudagin.
Rasmus Dan Sørensen hevur verið smáskaddur, men annars eru allir B36 spælararnir tøkir, nú teir fyrireika seg at fara út á Argir, har AB skal spæla tríggjar tær næstu ferðirnar.
AB-B36: Lars Múller sunnudagin klokkan 17.00