Nógvar bleytar hendur arbeiðsleysar

Hví eru tey arbeiðsleys? Hvar starvaðust tey, áðrenn tey komu upp í ALS skipanina? Og hvussu leingi hava tey verið í ALS? Hesir eru bert nakrir av spurningunum, ið verða viðgjørdir og greinaðir í eini stórari kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri ALS, har hugt verður eftir viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum.
Kanningin varð gjørd í fjør, tá heitt varð á 1500 fólk, sum hava verið inni í ALS skipanini styttri ella longri tíðarskeið síðani 2008 og fólk, sum framvegis eru í ALS skipanini. Beint undir helvtina, umleið 700 fólk svaraðu spurningunum, og sigast kann tí, at talan er um eina umfatandi og neyva kanning av viðurskiftunum hjá arbeiðsleysum í Føroyum.
- Endamálið við kanningini er at fáa eina betri fatan av viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum, soleiðis at vit á tann hátt eisini betri kunnu nøkta tørvin hjá teimum, sum eru í skipanini, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS.
Vit fara her at nema við nøkur fá av teimum mongu, spennandi úrslitunum úr kanningini. Í komandi blað verður ein drúgvari og neyvari gjøgnumgongd av øðrum viðurskiftum úr kanningini, og kava vit longri niður í tølini í kanningini hjá ALS.

Arbeiðsloysi Tað eru tær bleytu hendurnar, ið fylla mest í Arbeiðsloysisskipanini. Tað vísir stóra spurnarkanningin millum arbeiðsleys í Føroyum, sum er gjørd fyri ALS

Rógvi Nybo

Millum tey arbeiðsleysu í Føroyum eru tað nógvar sokallaðar bleytar hendur. Tá tosað verður um bleytu hendurnar, er talan um fólk, ið starvast ella starvaðust innan Heilsu- og almannaverk, eitt nú sum pedagogar, dagrøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsu- ella heimahjálp. Og millum tey arbeiðsleysu fylla hesar mest.
Í stóru spurnarkanningini, sum vit viðgerða her á síðuni, varð eitt nú spurt inn til, hvørjari vinnugrein viðkomandi arbeiddi innan, áðrenn tey blivu arbeiðsleys.
Millum tey arbeiðsleysu í Føroyum svaraðu 17 prosent, at tey arbeiddu innan heilsu- og almannaverkið, og er hetta nógv tann størsti einstaki bólkurin.
Næstflest – 12 prosent – svaraðu, at tey arbeiddu við ídnaði og fiskavørum, áðrenn tey blivu arbeiðsleys. Her er talan serliga um tey, ið hava arbeitt á fiskavirki og líknandi.

Mangla hendur um fá ár
At tað ganga so nógvar bleytar hendur arbeiðsleysar kann verða ein trupulleiki, um hetta verður sæð í ljósinum av, at tosað verður um stóra mangulin upp á arbeiðsmegi, ið fer at stinga seg upp í nærmastu framtíð.
Kanningar vísa nevniliga, at jú longri ein hevur verið burtur frá arbeiðsmarknaðinum, jú verri er tað fyri tann einstaka at koma inn aftur á arbeiðsmarknaðin.
Í seinastuni hevur nógv eisini verið skrivað og tosað um eldrarøktina í Føroyum, og hvussu tey eldru ikki fáa nøktandi røkt á heimunum kring landið. Hesi tølini geva tó eina ábending um, at tann trupulleikin ikki er íkomin tí at ov fáar hendur eru til at taka hetta arbeiðið upp, men heldur tí at ov lítið av peningi er játtað til at senda hesi fólkini til arbeiðis.


Lærarar tryggast í sesssinum
Tølini í kanningini verða sammett við hvussu stórur hesin bólkurin er á arbeiðsmarknaðinum. Starvsfólkini í Heilsu- og almannaverkinum telja 15 prosent av teimum á arbeiðsmarknaðinum, og 17 prosent av teimum, ið eru í ALS skipanini. Hjá teimum í fiskaídnaðinum eru telja tey 12 prosent av teimum arbeiðsleysu, meðan bólkurin bert telur fimm prosent av samlaða arbeiðsmarknaðinum.
Sostatt er tað eisini áhugavert at síggja, at tað eru lærarar, ið eru tryggastir í sessinum. Meðan tey, ið fást við at undirvísa telja góð sjey prosent av samlaða arbeiðsmarknaðinum, høvdu bert trý prosent av teimum í arbeiðsloysisskipanini starv sum lærarar, áðrenn tey komu í ALS.


rogvi@sosialurin.fo