Nógvar betringar gjørdar

Landsstýrimaðurin í Mentamálum, Jógvan á Lakjuni, skilir væl kritikkin, sum foreldur, áhugabólkar og lærarafelagið komu við í Sosialinum 24. oktober. Mentamálaráðið hevur seinasti árini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at hjálpa veiku næmingunum, men enn er ikki komið á mál, sigur hann

Jógvan á Lakjuni leggur dent á, at Mentamálaráðið hevur gørt eitt stórt arbeiði fyri at betra um umstøðurnar hjá veikum næmingum og børnum við serligum tørvi.

- Tá eg so síggi eina slíka forsíðu í Sosialinum – Skúlin svíkur veiku børnini – verði eg eitt sindur keddur, tí hon er eitt sindur ógvuslig. Greinarnar inni í blaðnum vísa eisini, at tað er nógv, sum foreldrini eru glað fyri, men at alt ikki er gott, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at eitt av hansara fremstu málum hevur verið at gera tað betri fyri teir veiku næmingarnar. Undir honum sum mentamálaráðharra er skúlin á Trøðni skildur sundur frá Sernámsráðgevingini, og økini úti í skúlunum eru styrkt við ráðgevingarstovum. Í Runavík er NSR – Náms- og Sálarfrøðiliga Ráðgevingin – byrjað, og slíkar ráðgevingarstovur lata í næstum upp í Suðuroy og í Havn.

- Tað altíð okkurt, sum ikki er heilt gott, men Mentamálaráðið hevur lagt lagt eitt stórt arbeiði í at styrkja hetta økið. Eg haldi, at játtanin til økið er hækkað við 15 milliónum seinastu árini, og av hesum eru 10 milliónir komnar frá Mentamálaráðnum.



Foreldur ónøgd við stuðulsskipanina

Í Sosialinum 24. oktober eftirlýstu Dávur Eyðunsson Sørensen og Sigrun Næs Joensen betri arbeiðsumstøður fyri tey, sum arbeiða sum stuðlar hjá børnum við serligum tørvi. Dóttir teirra, sum hevur ein mildan form fyri autismu, hevur brúk fyri stuðli í skúlanum.

Tey bæði hava verið sera væl nøgd við teir stuðlar, sum hon hevur havt bæði í skúla og frítíðarskúla, men stuðlar støðast ikki, og nýggja skipananin, har stuðlar ikki eru knýttir at einstaka næminginum er eitt afturstig til gomlu skipanin, siga tey.

- Eg skilji væl trupulleikan, sigur Jógvan á Lakjuni.

- Stuðlarnir eru í tveimum ymiskum skipanum, har børn í skúlatíð fáa stuðul frá sernámsráðgevingini, og uttan fyri skúlatíð fáa stuðul frá almannastovuni. Har eru eisini nøkur ting, sum ikki virka nóg væl í dag. Hetta er ein nýggj skipan, og hóast afturmeldingarnar nógva staðir hava verið sera góðar, so virkar hon kanska ikki líka væl alla staðni. Tí skilji eg væl, at fólk kenna seg ørkymlaði.

- Vit eiga at taka í móti hesum kritikkinum og rætta upp á tað so frætt sum vit kunnu, staðfestir landsstýrismaðurin.


Barnaøkið í eina skipan

Formaðurin í Lærarafelagnum segði í samrøðu við Rás 2 í gjár, at støðan hjá teim veiku næmingunum í skúlanum ikki verður nøktandi fyrrr enn alt barnaøkið verður lagt undir eitt ráð, og múrurin millum barnagarð og skúla verður niðurbrotin. Nøkur børn verða hjálpt í barnagarðinum, men tá tey koma í skúla fylgir vitan og hjálp ikki við av sær sjálvum.

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaðurin, sigur, at tað leingi hevur ligið í kortinum at flyta barnagarðsøki yvir í Mentamálaráðið, og vilji tykist vera til hetta frá øllum pørtum, eisini fakfeløgunum.

- Tá ráð ella øki undir tveimu ráðum skulu leggjast saman, liggur uppgávan hjá løgmanni. Men eg vænti, at hetta verður gjørt um ikki so langa tíð.  Men vit sleppa nokk ongantíð burturúr býtinum millum Mentamálaráðið og Almannaráðið, tí tá sjúka eru uppi í liggur økið hjá Almannaráðnum.


Ráðgeving styrkjast

Jógvan á Lakjuni heldur tað hava stóran týdning at styrkja ráðgevingina til foreldrini, og náms- og sálarfrøðiligar ráðgevingarstovur, sum NSR í Runavík, fara at styrkja hetta øki.

- Endamálið við hesari tænastu er, at foreldur fara hartil og fáa hjálp í staðin fyri at fara frá peri til pól sum tað verður lýst í greinini í Sosialinum. Eg veit, at tað ikki fungerar nóg væl allastaðni, men vit hava eisini fingið ótrúliga postivar afturmeldingar frá tænastuni í Eysturoy.

- Tað hevur stóran týdning, at vit halda áfram at styrkja náms- og sálarfrøðiligu ráðgevingin runt landið, tí vit eiga at taka okkum av teimum veiku – tað er okkara størsta skylda, sigur Jógvan á Lakjuni avgjørdur.