Hóast fjarstøðurnar ikki altíð eru serliga langar, dámar føroyingum serstakliga væl at seta seg í bilin og koyra so nær dyrnum, har tey ætla sær, sum gjørligt. Hesum dømi fekk løgreglan í Havn prógv fyri undir jazzfestivalinum, ið hildin hevur verið í Norðurlandahúsinum í farnu viku og um vikuskiftið.
Tá stór tiltøk eru í Norðurlandahúsinum fyllast parkeringsøkini í Sortudíki ógvuliga skjótt, og tá hesi eru full, velja fólk at parkera bilar sínar framvið Ringvegnum. Hetta er ólógligt, darvar Bussleiðini og minkar um trygdina á vegnum. Tískil valdi løgreglan hesuferð at geva øllum bilunum, ið stóðu ólóliga parkeraðir á Norðara Ringvegi undir jazzfestivalinum bót.
Suni Vinther, støðleiðari á politistøðini í Havn, sigur seg ikki skilja, at tað skal vera neyðugt hjá fólki at parkera bilarnar á Norðara Ringveg og síðugøturnar nærhendis tá stór tiltøk eru í Norðurlandahúsinum. Hann vísir á, at parkeringsmøguleikarnir nærhendis Norðurlandahúsinum eru góðir, hóast parkeringsplássini ikki eru so nær við, at tað ber til at stíga úr bilinum og inn í konsertsalin. Her meinar hann við stóra parkeringsøki við svimjihøllina og stóra parkeringsøki við fótbóltsvallirnar í Gundadali.










