Illveðrið merkir Strandfaraskip Landsins og longu nú eru boðaðar frá avlýsingum í dag og í kvøld.
Strandferðslan skrivar, at fyri veður verður síðsti túrurin hjá Smyrli í kvøld ikki sigldur. Tað merkir, at seinasti túrur av Krambatanga verður klokkan 11.00, meðan seinastu túrur suður verður klokkan 16.00.
Teknisk brek darvar Teistanum, sum ikki siglir fyribils og Ternan siglir av Havnini til Nólsoyar klokkan 9 og aftur til Havnar, men síðani fer hann í sigling á Sandoyar og Hestleiðini. Jósup røkir síðani siglingina á Nólsoyarleiðini, skrivar Strandferðslan.