Ringa veðrið Dýra Biðidag hevði við sær, at fleiri dystir vórðu útsettir vegna veður. Allar fýra fjórðingsfinalurnar hjá monnum, sum skuldu verið spældar Dýra Biðidag, vórðu avlýstar vegna veður. Tvær teirra vórðu tó leiktar sunnudagin. Tá spældu NSÍ og FS Vágar í Runavík og GÍ móti B68 í Gøtu. Dysturin millum B36 og HB verður leiktur mikukvøldið klokkan 18.30ø Enn er ikki greitt nær fjórðingsfinalan millum VB og EB/Streym verður leikt.
Fyrsta umfar í landskappingini hjá kvinnum skuldi eisini verið spælt Dýra Biðidag, men hesir dystirnir vórðu eisini avlýstir vegna veður. Sunnudagin vóru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum á skránni, men vegna verkfallið vórðu hesar eisini útsettar. B36 skuldi annars til Klaksvíkar og HB skuldi møta VB. FSF hevur enn ikki ásett nýggjan leikdag.