Karl Johann Hansen, sum ringdi av Norðskála, fekk í gekka-spælinum í kvøld fulla plátu og slapp at snara hjólinum. Hann valdi at deila tær 1,2 miljónirnar, sum høvuðsvinningurin var, í teir tríggjar leyparnar við 400.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við fimm hevði givið honum 62.500 krónur. Karl Johann Hansen helt fyri, at hann vildi royna einaferð aftrat.
Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið honum 30.000 krónur. - Nú eri eg komin so langt, at eg royni einaferð aftrat, segði hann.
Í triðja og seinasta drátti kom gekka-hjólið rættiliga upp í umdreiningar og hevði slett ongan hug at steðga aftur. Men, nógvu umdreiningarnar vístu seg tíverri ikki at vera eydnan í kvøld.
Hjólið steðgaði nú at enda fyri seinastu ferð á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá honum í kvøld, men Karl Johann Hansen tóktist ikki vónbrotin. - Tað er heldur ikki so galið, segði hann og takkaði fyri vinningin.
Í gekka-spælinum næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin á 1,3 miljónir krónur.