Nógv virksemi í Tórshavnar Kommunu

Næsta ár stendur Tórshavnar Kommuna fyri virksemi fyri einar 140 milliónir. Hetta gevur arbeiði til nógvar hendur og sigur ikki so lítið um, at kommunan er í stórum vøkstri.


Hóskvøldið var býráðsfundir í Tórshavnar Býráð.
Nógv mál vóru á skránni, eitt nú var fíggjarætlanin fyri 2007 til 1. viðgerð, og verður hon helst samtykt, uttan tær stórar broytingarnar. Fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt innan 1. desember. Skattaprosentið næsta ár verður helst óbroytt 19,75 prosent og barnafrádrátturin framvegis 5000 krónur fyri barnið.
 
Nýggjur íbindingarvegur
Farið verður nú undir at byggja sambindingarvegin Klingran-Løgmannabreyt við íbinding í landsveg, sum tilsamans fer at kosta upp ímóti 30 milliónum. Tekniska nevnd hevur mett verkætlanina at kosta 2 milliónir av kontoini fyri íløgur í 2006, 14 milliónir í 2007 og 13.6 milliónir í  2008. Vegurin skal vera liðugur í juni 2008.
 
100 milliónir til íløgur
Fíggjarætlanin fyri 2007 javnvigar við 530 milliónum í mun til í fjør, har hon var 317 milliónir. So hóast virksemið í býnum er ovurhonds stórt, so eru ikki tær stóru broytingarnar at finna. Nógv tann størsti posturin á fíggjarætlanini er barnaansingin, sum fer við 122 milliónum. Tekniskar veitingar fara við 93 milliónum, og einar 40 milliónir fara til skúlamál. Mentan og frítíð fara við 26 milliónum og almanna og heilsumál fáa 33 milliónir.
Íløgurnar eru settar til 100 milliónir næsta ár, umframt at játtaðar eru 5 milliónir til smábátapláss. Av teimum 100 milliónunum er ætlanin at nýta 20 milliónir til viðlíkahald av kloakknetinum, og hevur tað sum heild verið ein stórur postur á fíggjarætlanini hjá kommununi seinastu árini.
 
Tveir nýggir skúlar
Av nýggjum kann verða nevnt, at nýggi skúlin í Hoyvík, sum fer at liggja uppi við Løgmannabreyt, er mettur at kosta 120 milliónir krónur. Skúlin, sum verður tvísporaður, skal verða liðugur í 2008. Harumframt eru ætlanir um nýggjan skúla á Argjum.
 
Smábátapláss
Sum nevnt hevur býráðið ætlanir um at seta 5 milliónir av til smábátahavn. Sambært borgarstjóranum standa eini 500 fólk á bíðilista, men er veruligi tørvurin helst nakað væl lægri. 
-Vit ætla at nøkta tørvin á smábátaplássum innan fyri nøkur ár, og fara at seta 5 milliónir av til endamálið um ári, sigur Heðin Mortensen, sum vísir á, at pláss er fyri bátabrúm í Álakeri, við Gomlurætt, í Vágsbotn og aðrastaðni.  
 
Nógvar útstykkingar
Av teimum umleið 1700 fólkunum, sum standa á bíðilista til at fáa eitt grundstykki í kommununi, fara omanfyri 300 fólk at fáa eitt tilboð næstu mánaðirnar. Sambært Heðini Mortensen, ætlar kommunan at útstykkja til 62 sethús og 43 randarhús í Hoyvíkshaganum suður, omanfyri verandi Hoyvíkar Skúla. Har er eisini ætlanin at byggja barnagarð og vøggustovu, við plássi fyri eini 60 børnum.
Uppi á hamrinum á Argjum, norðanfyri barnagarðin, er ætlanin at útstykkja til 77 sethús. Harumframt verða 40 grundstykki útstykkjað á Velbastað, 20 í Nólsoy, 20 í Kollafirði og millum 25 og 50 stykki í Kaldbak.    
 
Ítróttur og mentan
Viðvíkjandi ítróttini, eru ætlanir um at umbyggja høllina á Hálsi fyri 40 milliónir yvir 4 ár. Nú eru 2 milliónir játtaðar til projektering av útbyggingini, men annars er verkætlanin ikki endaliga samtykt enn.
- Vit vóna at kunna útbyggja høllina so hon fær ein bana afturat og væl betur pláss til áskoðarar.   
3 milliónir vórðu játtaðar til útbygging av Norðurlandahúsinum, og ein heildarætlan fyri Tórshavnar kommunuskúla varð samtykt, har millum annað av avgjørt, at taka Kongagøtu uppí skúlan, so Grasagarður verður partur av heildini, hjá skúlanum. Garðurin aftanfyri húsini hjá frk. Cohr verður eisini tikin uppí skúlan, so næmingar og almenningur sleppur inn í garðin.