Tað er stórur aktivitetur í djúphavnini í Ánunum í løtuni.
Tann parturin, sum nú verður umvældur, er partur, sum P/F Christian í Grótunum lat byggja. Tað vísti seg við garantieftirsýn, at eitt petti av spunsvegginum var gliðin út vegna gróttrýstið innanífrá.
Tí eru menn frá J. & K. Petersen nú í ferð við at grava seg niður á 10 metrar fyri at kunna umvæla skaðan.
Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt um hálvan oktober.
Tekstur og myndir: Dávur Winther