Løgtingsfundur verður í morgin klokkan 14. Enn er skráin ikki løgd, og bert framløga er á skránni. Men lítili ivi er um, at málini í hjálparpakka 2 koma til aðru viðgerð í morgin, so pakkin kann avgreiðast fyri páskir.
Nógv fundarvirksemi verður í løgtingsnevndunum í morgin fyrrapart. Tá hava mentanarnevndin, fíggjarnevndin, trivnaðarnevndin og vinnunevndin fund við ymiskar partar um tey málini, sum eru í hjálparpakka 2, Løgtingsmál nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19.
Mentanarnevndin hevur fund klokkan 9, og hesi koma á fund við mentanarnevndina:
Hesi koma á fund við nevndina:
Kl. 9.15 Føroya Lærarafelag
Kl. 9.35 Skúlaleiðarafelagið
Kl. 9.55 Felagið Heim og skúli
Kl. 10.15 Yrkisfelag Miðnám
Kl. 10.35 Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum
Skráin til fundin hjá vinnunevndini í morgin klokkan 9 er hendan:
1. Gerðabók
2. Løgtingsmál nr. 132/2019: Uppskot til løgtinglóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum
3. Løgtingsmál nr. 133/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum)
4. Løgtingsmál nr. 135/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19
Og hesi koma á fund við nevndina:
Kl. 09.15 Vinnuhúsið (lm. nr. 132, 133 og 135)
Kl. 09.40 Ferðavinnufelagið (lm. nr. 135)
Kl. 10.00 Handilsvinnufelagið (lm. nr. 135)
Kl. 10.20 Gist og Vist (lm. nr. 135)
Kl. 10.40 Felagið Føroyskir Peningastovnar (lm. nr. 135)
Kl. 11.00 Brandur í Dali (lm. nr. 135)
Kl. 11.20 Fakfelagsráðið (lm. nr. 133 og 135)
Kl. 11.40 ALS (lm. nr. 133)
Kl. 12.00 Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum (lm. nr. 132, 133 og 135)
Fíggjarnevndin hevur fund klokkan 9:30. Og skráin er hendan:
1. Gerðabók
2. Løgtingsmál nr. 44/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið (Dagførdur kostnaður, nýggj tøkni, útgerð og prosjektering)
3. Løgtingsmál nr. 127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu)
4. Løgtingsmál nr. 128/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2020
Og hesi koma á fund við fíggjarnevndina:
9.45 Landsbankin (lm. 128)
10.15 Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum saman við TAKS (lm. 127 og 128)
Klokkan 10 verður fundur í trivnaðarnevndini við hesari skrá:
Mánadagur, 6. Apríl 2020, kl. 10:00 (Fundarhøli 2)
1. Gerðabók
2. Løgtingsmál nr. 129/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, fólkapensjónistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku)
3. Løgtingsmál nr. 134/2019: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19.
Trivnaðarnevndin hevur bara kallað landsstýriskvinnuna í almannamálum til fundar, og hon kemur klokkan 10:15 (lm. nr. 129/2019 og lm. nr. 134/2019)
-->










