Nú er byrjað at taka grót upp aftur, sum fór í briminum síðst í februar og fyrst í mars, tá illveðrið oyðilegði brimgarðin í Hvalba.
Fyri umleið einari viku síðani varð byrjað at taka grót niður á vestara armi á grótkastinum á Hamranesi og at fylla nakað út av grótkastinum til nýggja bátahylin.
Í gjár varð so farið undir at fylla til nýggja bátahylin frá Bíargarði.
Hesum boðar Hvalbiar kommuna frá á heimasíðu síni, har myndir av arbeiðnum eisini eru lagdar út.
Mánadagin var Sam á Hvalba við einari maskinu, sum skal fara undir at taka grótið upp úr hylinum á Hamranesi, sum fór í briminum síðst í februar og fyrst í mars.
– Í sambandi við at grót verður koyrt til nýggja bátahylin stendst nakað av tungari ferðslu av hesum. Tað er okkara vón, at hetta kemur at ávirka sum minst, sigur Hvalbiar Kommuna á heimasíðu sínari.
##med2##
##med3##
Byrjað er eisini uppá nýggja bátahylin, sum skal vera millum Bíargarð og Hamranesi.
Articon skal gera bátahylin. Grótið til at gera bátahylin kemur í stóran mun úr nýggja Hvalbiartunlinum og úr grótbrotinum hjá kommununi. Eftir ætlan verður verkætlanin liðug seint á sumri 2020.













