Páll Danielsen, sum hevur verið ein av berandi kreftunum í felagnum í nógv ár, valdi ikki at stilla upp til nevndarvalið hesa ferð. Kristian Niclasen varð valdur í hansara stað.
Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Sveinur Zachariasen, formaður
Sigurð Davidsen, næstformaður
Ása Ósa, skrivari
Kristian Niclasen, nevndarlimur
Havnar Kajakkfelag hevur í løtuni eini 40 limir, og skipað verður fyri felagsvenjing hvørja viku.
Í fjør skipaði felagið harumframt fyri byrjunarskeiðum í kajakkrógving. Hesi vóru sera væl umtókt, og um orka er til tað, verða líknandi skeið helst á skránni aftur í summar.
Eisini vórðu íløgur gjørdar í nýggjar kajakkir, turrdraktir og vestar, umframt at arbeitt áhaldandi verður við at um hølisviðurskiftini í Álakeri.