Nógv virksemi á havnalagnum

Runavík: Uttan landingarmiðstøðina Kongshavn hevði neyvan verið so nógv virksemi, sum verið hevur í ár. Í kommununi kunnu tey bara staðfesta, at virksemið er økt ár undan ári, og hevur hetta árið verið tað besta nakrantíð hjá landingarmiðstøðini. Nógv føroysk fiskiskp hava ligið við bryggju, umframt fleiri russisk og okkurt ferðamannaskipið. Men nú verður við spenningi sæð fram móti 2010. Boðað er nevniliga frá, at farið verður at bora eftir olju til várs, og tað fer at føra til økt virksemi á havnalagnum í Runavík, har fleiri installasjónir eru gjørdar júst í hesa vinnuna.?