Nógv virksemi á havnaøkinum

Sørvágur: Hetta seinasta árið hevur kommunan gjørt nógvar ábøtur á havnaøkinum, og er ætlanin at halda fram við hesum hetta komandi árið.

Millum hesi arbeiðini er at umvæla molahøvdið við innsiglingina til bátahylin, eins og ætlanin er at betra um umstøðurnar hjá egningini á landi. Peningur er játtaður at gera hesi arbeiðini í ár.
Upplýst verður annars, at nógv virksemi hevur verið á havnaøkinum. Í fjør tók Landingarmiðstøðin ímóti 6.300 tonsum og flakavirkið Vestís tók ímóti og virkaði 1200 tons.
Kommunan ætlar eisini at reinsa bátahylin í ár fyri sand og annað tilfar. Long tíð er gingin, síðani hetta varð gjørt seinast, men nú er so ætlanin at gera tað aftur.